top of page

abort í útlegd

28. septembur er altjóða dagur fyri trygga abort, og kring heimin verður sjóneykan í dag sett á vantandi abortrættindi. 15. mai fall uppskotið um nýggja og liberalari abortlóg, og lógin frá 1956 avmarkar tí framvegis kvinnum at taka avgerð um egnan kropp, heilsu, nøring og framtíð.

 

Eitt uppáhald, sum aftur og aftur varð ført fram undir viðgerðini í løgtinginum í vár, var, at tað ikki verður farið aðrastaðni enn út á Landssjúrkahúsið at taka eina abort. Hetta vita vit felagsskapir, sum hava varpað ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum, ikki passar. 

 

Tí vilja Frítt Val, Amnesty International Føroyar og Kvinnufelagið í Havn henda altjóða dag gera vart við, at stranga abortlógin í Føroyum m.a. viðførur, at kvinnur leita sær uttanlands at fáa abortina, teimum tørva.

 

Hevur tú hug at deila tína søgu við okkum?

Vit vilja fegin hoyra frá tykkum, sum hava verið noyddar at fara uttanlands at taka abort.Tilber at senda tykkara søgu dulnevnt á heimasíðuni hjá Fríum Vali, frittval.fo

bottom of page